Sunnudagin 21. juni er longsti dagur. Tá skipa prestarnir í Norðurstreymoy fyri pílagrímsferð úr Tjørnuvík til Saksunar. Gingið verður eftir gomlu kirkjugøtuni millum bygdirnar, og staðkend fólk verða við á ferðini.
Byrjað verður klokkan 9 við morgunmati í bygdarhúsinum í Tjørnuvík. Síðani verður stutt andakt og morgunsangur í kirkjuni, áðrenn farið verður undir sjálva pílagrímsferðina.
Roknað verður við, at túrurin tekur knappar tríggjar tímar at ganga, og tá øll eru komin fram, verður gudstænasta við altargongd í Saksunar kirkju.
Eftir gudstænastuna koyrur bussur úr Saksun aftur til Tjørnuvíkar.