Pihl & Søn er farið á húsagang

Í dag er danska byggifelagið Pihl & Søn farið á húsagang. Tað boðar felagið frá á heimasíðu síni. Felagið hevur í mong ár verið eitt av størstu feløgunum í Danmark.

Millum stóru verkætlanirnar í nýggjari tíð kunnu nevnast brúgvin um Stórabelt og operahúsið í Keypmannahavn. Millum stóru arbeiðini, sum felagið nú er í holtur við, er dagføringin av Nørreport í Keypmannahavn.

Inntil fyri ikki so mongum árum síðani stóð Pihl & Søn fyri nógvum stórum arbeiðum í Føroyum, eitt nú havnabyggingum og tunlum. Felagið hevði føroyska deild, og tað vóru nógv fólk í starvi hjá Pihl & Søn í Føroyum.

Felagið hevur seinastu árini verið í stórum fíggjarligum tronga. Arbeitt hevur verið við at finna nýtt fíggjarligt grundarlag undir felagnum, men tað hevur ikki eydnast, og í dag boðar nevndin frá á heimasíðu felagsins, at felagið er farið á húsagang.

Í donskum miðlum verður sagt, at alt ov stórur og skjótur vøkstur bæði í Danmark og uttanlands er orsøkin til, at felagið nú hevur heitt á skiftirættin um at viðgera felagið sum trotabúgv.