PiffPaffPuff flytir

Serhandilin við barnaklæðum í Sandavági hevur brúk fyri størri hølum og flytir um vikuskiftið

Handilsvinna

Sandavági:Nøkur ekslusiv merki. Ikki ov nógv av hvørjum vørunummari og ein rímiliga fastan kundaskara. So ber eisini til at selja barnaklæði um alt landið.
Tað staðfestir Birita Petersen, sum hevur handilin Piff Paff Puff í Sandavági, sum selur barnaklæði og innbúgv til eitt nú barnarúm.
Í tíðindaskrivi sigur hon, at handilin hevur síðan hann byrjaði hildið til í kjallaranum hjá blómubúðini Dáanum í Sandavági, men víðkar nú og flytir í størri høli í Sandavági. Har handil og kiosk í áravís hava verið. Fyrst fyri, tá komið verður til Sandavágs og tískil lættari at finna, sigur Birita Petersen.
Birita Petersen byrjaði fyri umleið hálvum øðrum ári síðan serligan handil við barnaklæðum. Handilin hevur høli í Sandavági, men selur um alt landið. Á internetinum og við at ferðast kring landið og selja á sonevndum «homeparty» og famsýningum.
Birita Petersen sigur, at tað ræður um at hava góðar vørur og ikki fleiri av hvørjum slag. Tí fólk vilja fegin gjalda fyri at fara til jólatræ við barninum uttan at síggja eini fimm-seks onnur børn ganga í sama kjóla ella jakka.
Hon sigur, at hon nú fer at víðka um tilboðini til kundarnar. Somu kendu merkini, hon hevur havt, verða framvegis at fáa, men okkurt kemur afturat, sigur hon. Eitt nú fer PiffPaffPuff at selja merkið Okker-Gokker.
Eisini fer hon at hava heldur meira av kamarsinnbúgvi, seingjarklæðum og tílíkum, sum ikki beinleiðis eru klæði at lata seg í.
Sum nakað nýtt fer PiffPaffPuff eisini at hava eitt sindur av vaksnamannaklæðum, nú hølisviðurskiftini verða til tað, sigur Birita Petersen.
Flutt verður í nýggju hølini um vikuskiftið, og latið verður upp leygarmorgunin klokkan 10.00, og opið er til kokkan 17.00