Í sambandi við at Ford-bilarnir hava verið umboðaðir í Føroyum í 80 ár, var jubileum hjá P/F Wenzel í Akranesgøtu fríggjadagin 9. september.
Hendan dagin høvdu tær ymsu deildirnar hjá fyritøkuni fleiri góð tilboð. Bilasølan hevði ein spildurnýggjan Ford Ka 1,3i Standard, sum fólk kundu bjóða upp á. Minsta boð var 80.000 krónur.
Hepni keyparin varð Piddi Petersen í Vági, sum hevði boðið 90.000 krónur fyri bilin.
Bilurin kostaði annars kr. 122.900,- um keyparin hevur brúktan bil í býti ella 109.900,- um eingin bilur er í býti. So Piddi og Torgerð fingu ein bíligan nýggjan bil.