Kriminalpolitiið er nú komið eftir, at Piddi Hansen í Runavík varð ikki sæddur seinast leygardagin 5. november, men tað hevur verið hósdagin 3. november.
Henda dagin varð hann sæddur seinnapartin í Runavík, og eftir midnátt ringdi hann til ein vinmann.
Kriminalpolitiið heitir tí á fólk, sum hava sæð ljósagráa Skoda Fabia bilin líka frá 3. november og dagarnar fram, um at hjálpa við upplýsingum um, hvar bilurin er sæddur.
Tann varðhaldsfongslaði maðurin brúkti hendan bilin, og hesin bilur verður settur í samand við, at Piddi Hansen hvarv.
Leitað hevur verið aftur í dag. Froskmenn hava leitað í sjónum við Toftir, Skipanes, Funning og Saltnesi, men tað gav einki.
Fleiri fólk, sum hava sæð bilin hesar dagarnar hava gjørt vart við seg.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini sigur, at heilt nógv vitni eru eftir at hoyra. Annars skuldu øll teknisk spor nú verið tryggjað.