Eitt av vitnunum í gjáramorgunin var eitt systkinabarn Pidda. Hann hevði seinast verið saman við horvna manninum valkvøldið 29. oktober.
Tá hevði Piddi verið í góðum lag.??Týsdagin 1. november hevði hetta systkinabarnið ringt til Pidda, men tá var lagið ikki gott, greiddi vitnið frá.??
Hann segði tó, at Piddi seinastu tíðina hevði verið í rættiliga góðum lag, tí hann hevði hitt eina íslendska kvinnu, sum hann hevði ætlanir um at fara at vitja.??Tað var umleið 22. september, at Piddi var á einari fiskarímessu í Íslandi, og har hitti hann eina kvinnu, sum sambært frágreiðing til Rejseholdet, Piddi hevði kalla fyri eina »pæn pige«.??
Hetta hevði eisini ført til, at allir møguleikar vórðu kannaðir við sambandi til Íslands, eisini um Piddi skuldi verið farin við einum íslendskum farmaskipi til Íslands.??
Hinvegin staðfesti hetta systkinabarnið, at tað ikki var Pidda líkt at fara av landinum uttan at siga nøkrum frá.











