Linda Hesselberg, ákæri, greiddi fyrrapartin frá, hvørjum nevningarnir skulu lurta serliga væl eftir.
Ákæruvaldið hevur eina prinsipala ákæru, og tríggjar subsiduerar. Og ákærin legði dent á, at tað er einki, sum bendir á, at fleiri enn ákærdi hevur verið við til at beina fyri Pidda.
Motivið, segði Linda Hesselberg, var, at ákærdi ynskti at yvirtaka húsini hjá Pidda.
Somuleiðis staðfesti ákærin, at ákærdi maðurin hevði tikið lívið av Pidda í egnu húsum hansara. Hann hevur sum nevnt nýtt eina steikipannu at drepa Pidda við.
Nú klokkan 13, tá rættarfundurin verður tikin upp aftur, fer ákærin at greiða frá, hvussu drápið heilt nágreiniliga er farið fram eftir teirra meting.
Tekning: Janus Dam Guttesen