Piddi dripin og tveittur á sjógv

Hin 33 ára gamli kroatin, sum nevningarnir mánakvøldið dømdu sekan í at hava dripið og burturbeint Dánjal Petur Hansen, hevur í dag váttað, at Piddi er dripin og tveittur á sjógv.

Kroatin hevur kortini ikki sagt nakað um, hvør hevur framt illgerðina.

Í Føroya rætti í dag hava partarnir grundgivið fyri sínum revsikrøvum móti kroatanum, og tað var á rættarfundinum í dag, at hetta kom fram.

Portalurin hevur fylgt rættarfundinum í dag og fer at venda aftur til fundin í kvøld.