Í løtuni verður síðsta hond løgd á rættarmálið í Piddamálinum og í morgin verður dómurin feldur.
Ákæri og verji eru beint nú í holt við at føra síni sjónarmið fram og tá ið tað erl liðugt, verður málið tikið upp til dóms.
Proseduran, sum tað eitur á fakmáli, tá ið ákæri og verji føra síni sjónarmið fram, skuldi vera í morgun, men varð útsett til nú seinnapartin.
Ákærin hevur boðað frá, at tað eru nógvar skerpandi umstøður, tí drápið varð lagt til rættis og líkið burturbeint.
Tí fer ákærin at krevja, at ákærdi verður dømdur meiri enn 12 ára fongsul.
Tó er tað komið fram, at vil ákærdi siga, hvat hann hevur gjørt við líkið, kann hann fáa linari revsing.