Piddamálið: Toldi ikki at síggja blóð

Í rættinum seinnapartin í dag spurdi ákærin tann ákærda mannin nærri um, tá ið tann ákærdi og fyrrverandi kona Pidda fóru inn í húsinum, har Piddi búði, eftir seinasta lívsteknið var komið frá honum.

Fríggjadagin 4. november vórðu tey bæði farin í húsini hjá Pidda, men tey høvdu bara verið í kjallahæddini. Men hvussu leingi tey steðgaðu har, hevur hann ikki greitt eins frá, hvørja ferð hann er avhoyrdur. Hann hevur áður sagt 10 minuttir, men í dag segði hann kanska 30 til 45 minuttir.

Dagin eftir høvdu tey bæði verið har og fóru tá eisini uppá, tí tey skuldu vaska. Inni í kamarinum sóu tey blóðug klæðir á radiatorinum, og blóð var eisini at síggja á madrassini, men tá fór hann út, tí hann toldi ikki at síggja blóð. Hann læt hana um at vaska.