Seinnapartin í dag hevur ákæruvaldið avhoyrt ákærda um fartelefonina hjá Pidda.
Tað er fyrr komið fram, at tvær fartelefonir og passið hjá Pidda varð funnið hjá ákærda. Onnur fartelefonin var tann privata hjá Pidda, meðan hin var skrásett til North Atlantic Fish Fare, sum Piddi stóð fyri.
Tá telefonin seinast við vissu var nýtt av Pidda klokkan 03.31 tann 4. november, var hon á einari mastur tætt við bústaðin hjá Pidda.
Føroya Tele uppdaterar sínar fartelefonir av og á, og tí er staðfest, at telefonin framvegis var á somu mastur klokkan 07.30.
Næstu ferð telefonin skrásetir nakað, er hon á einari mastur, sum dekkar Norðoyatunnilin, og um somu tíð hevur ákærdi greitt frá, at hann var nærhendis Norðoyatunlinum, og hansara egna telefon er skrásett á einari mastur á Støðlafjalli.
Klokkan 10.08 hevur telefonin hjá Pidda flutt seg til eina mastur, sum dekkar heimið hjá ákærda.
Klokkan 10.45 hevur telefonin hjá Pidda flutt seg til somu mastur, hon var á um náttina, og klokkan 10.55 er hon aftur á mastrini, sum dekkar bústaðin hjá ákærda. Klokkan 10.59 verður telefonin sløkt.
Aftur tann 9. november er telefonin hjá Pidda opin, og móttekur tá fleiri sms og uppkall, og er á somu mastur í somu ætt, sum telefonin hjá ákærda. Hon verður síðani sløkt fyri ikki at verða tendrað aftur.
Ákærdi noktar fyri, nakrantíð at hava havt telefonina hjá Pidda í varðveitslu, men kann annars ikki greiða nærri frá, hví hendan hevur flutt seg hesar dagar, og hví hon var tendrað aftur tann 9. november.
Málið heldur fram í rættinum nú seinnapartin.