Ákærin vísti seinnapartin fram steikipannuna, sum ákæruvaldið sigur varð brúkt til at drepa Pidda við.
Pannan varð funnin í trimum, pannan sjálv, skafti ð og eitt millumstykki. Pannan og skaftið vórðu funnin á bústaðnum hjá ákærda manninum, millumstykkið varð funnið í kamarinum hjá Pidda.
Blóð av Pidda varð funnið á pannuni og millumstykkinum. Á skaftinum varð ikki funnið blóð, men dna av Pidda.
Annars hevur seinnapartin nógv verið frammi um jakkar hjá ákærda manninum og um blóðuga dýnuvorið.
Greitt varð frá kanningingunum í Norðoyatunlinum, og upplýst varð, at kanningar frammanundan vórðu gjørdar í Vágatunlinum, áðrenn tippið kom um blóðið í Norðoyatunlinum.
Tekning: Janus Dam Guttesen










