Piddamálið: Onki at gera enn at drepa Pidda

Piddi varð dripin einaferð eftir klokkan 03.12 fríggjamorgunin 4. november.

Tað heldur ákæruvaldið og tað hevur ákærin ført fram í dómsviðgerðini í dag.

Rás2 veit frá sínum frásøgumanni í rættinum at siga, at ákærin heldur eisini, at ákærdi varð í sovikamarinum hjá Pidda.

Ákærin heldur, at ákærdi hevur sitið oman á Pidda í seingini, meðan hann hevur sligið hann við einari steikipannu í høvdið.

Blóð og blóðslett benda á hetta, og teknisku kanningarnar siga, hvussu drápið er framt. Eftir drápið hevur ákærdi drigið Pidda úr kamarinum gjøgnum gongina, niður trappurnar og út í garasjuna, har hann er drigin inn í Skodabilin.

Ákærin heldur, at ákærdi møguliga hevur nýtt eitt plastikk at draga Pidda á.

Ákærin er heldur ikki í iva um, at Piddi í eina tíð er goymdur í víkiplássinum í Norðoyatunlinum, tí har fann politiið nógv blóð, umframt at annar skógvurin hjá Pidda er funnin har.

Ákærin gjørdi eisini nógv burtur úr motivinum hjá ákærda at beina fyri Pidda. Sambært Lindu Hesselberg hevði ákærdi logið seg fastan um yvirtøkuna av húsunum á Gerðisvegi, og ákærdi sá sær tí ongan annan útveg, enn at beina fyri Pidda.

Proseduran hjá ákæranum gjørdist rættiliga drúgv, og væntað verður ikki, at verjin, Annfinn V. Hansen fer at nýta líka nógva tíð, tá hann førir sína proseduru fríggjadagin.