Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, er eisini ákærdur fyri at hava snýtt ein vinmann rættiliga illa.
Hetta er annar dagurin, málið um Dánjal Petur Hansen er í rættinum og í dag var tað tann ákærdi, sum skuldi greiða frá síni søgu.
Tilsamans er hann ákærdur fyri at hava brúkt visakortið hjá honum og hevur tikið sær tilsamans 66.000 krónur út í smáum.
Ì fleiri umførum hevði hann stolið visakortið og brúkt tað, men hann hevði eisini lúrt eftir pinkotuni og hevur brúkt tað tann vegin.
Hann hevði eisini roynt at fingið eitt bankafólk av siga sær pinkotuna, men tað miseydnaðist tí tað vildi bankafólkið ikki.
Somuleiðis hevur hann fingið sær einar 1000 krónur í talitíð á telefonina við visakortinum hjá vinmanninum.
Men harafturat hevur hann roynt at fáa sær yvir 2200 krónur afturat í talitíð, men tað miseydnaðist, tí tá hevði vinmaðurin varnast, at pengar vórðu tiknir av kortinum og hevði stongt tað.
Samstundis hevði vinmaðurin meldað stuldurin.
Maðurin noktar seg sekan í øllum.
Hann sigur, at vinmaðurin var gamal og hevði onki koyrikort. Av tí sama hevði ákærdi hjálpt honum at keypa, men avlopið hevði hann fingið aftur.
Hann hevði eisini arbeitt upp á bilin hjá vinmanninum og afturfyri tað, hevði hann fingið talitíð.
Samstundis hevði hann lænt pengar frá vinmanninum, men teir hevði hann afturgoldið.
Hann hevið lænt pengarnar, tí hann var ikki væl fyri fíggjarliga við tað, at hann hevði ikki arbeitt eina tíð
Av tí sama var hann í ALS, men har fekk hann bara 2000-3000 krónur um mánaðin.
Tá hann arbeiddi fekk hann upp ímóti 4000 krónur um vikuna eftir skatt.
Tá ið hann fór at arbeiða aftur, hevði hann goldið vinmanninum alt aftur.
Hann vísti aftur, at hann hevði eisini aftur, at hann hevði tikið pengar út av kontuni hjá vinmanninum.
Nú verður hann tráðspurdur um Pidda og, hvønn leiklut hann hevði í, at hann er horvin og tað fer at vara nakað væl eftir døgverða.









