Í farnu viku legði fyrst ákræuvaldið síni sjónarmið fram, og harnæst varð tann ákærdi avhoyrdur í hálvan triðja dag.
Í morgin er tað fyrrverandi kona Pidda og unnusta hjá tí ákærda, sum skal vitna.
Tá fæst millum annað at vita, um hon sigur somu søgu sum tann ákærdi um ætlanirnar hjá teimum um at yvirtaka húsini í Runavík, og um hvussu sá út, tá ið tey fóru inn í húsini dagin eftir, at Piddi hvarv.
Tann ákærdi hevur sagt, at hon vaskaði.










