Piddamálið: Krevur frídøming fyri kortsvikini

Í Føroya rætti í morgun hevur Annfinn V. Hansen, verji hjá tí ákærda manninum proseduru, og higartil hevur hann viðgjørt ákærurnar um stuldur og svik við gjaldskortum.

Verjin krevur mannin frídømdan fyri allar tær seks ákærurnar, tí hann heldur ikki, at prógvini hjá ákæranum hava verið nóg góð.

Nú er verjin farin undir sínar viðmerkingar til drápsmálið.

Annfinn V. Hansen væntar ikki at verða liðugur hesu megin døgurða.

Mánadagin fer dómarin at tosa við nevningarnar, sum væntandi mánadagin koma við síni niðurstøðu, um teir halda mannin vera sekan ella.

Tekning: Janus Dam Guttesen