Tað var ein kensluborin frágreiðing, sum fyrrverandi kona Pidda gav í rættinum fyrrapartin.
Hon segði, at tann ákærdi við síni sjarmu hevði fingið hana at trúgva øllum tí, sum hann segði.
Tað var hann, sum kom við, at tey skuldu keypa húsini á Mýravegi í Runavík. Hon skuldi ikki hugsa um nakað, tí hann tók sær av øllum og samskifti við advokat hennara, advokat sín og advokatin hjá Bakkafrost.
Regin Jacobsen á Bakkafrost skuldi hjálpa við fíggingini, og hann hevði eisini lovað honum ein køk.
Tað kom so langt, at hann ein dag gav henni lykil til húsini. Hon skuldi fara inn, men lykilin passaði til hvørga úthurðina.
So kom tað aftur til, at tey skuldu yvirtaka húsini á Gerðisvegi í Runavík. Hann fekk hana at halda, at tey skuldu yvirtaka húsini 1. november, og at Piddi skuldi vera úti úr húsunum á middegi hendan dagin.
Fyrrverandi kona Pidda mintist ikki alt aftur, men tá ljóðbrot frá avhoyringinum av henni vórðu spæld, kom okkurt fram í minnið.
Hon sat við røttum ryggi og greiddi frá, líka til ákærin fór at spyrja nærri, hvussu hon hevði havt tað, síðan Piddi hvarv.
Tekning: Janus Dam Guttesen










