Hesin maðurin greiddi frá, at hann helst er komin at kenna ákærda gjøgnum ein rumena, sum býr hjá sær. Ákærdi er so sloppin at lána garasjuna hjá hesum eldra manninum, at umvæla bilin hjá fyrrverandi konu Pidda í.
Maðurin greiddi frá, at teir ongantíð komu at kennast heilt, og at ákærdi bert sjáldan var inni í húsinum hjá sær.
Vitnið segði, at hann als ikki nýtti talutíð, og at hann ongantíð hevði loyvt ákærda at keypa talutíð á sína telefon ella á telefonina hjá fyrrverandi konu Pidda.
Somuleiðis greiddi maðurin frá, at hann ongantíð hevði givið ákærda sítt visakort, heldur ikki at keypa eykalutir til bilin fyri.
Hetta vitnið greiddi frá, at hann hevði skrivað navn, føðidato, kontonummar og PIN-kotu á ein lepa, sum hann hevði koyrt í mappuna. Hann hevði tó fyri vana at leggja mappuna á borðið, tá hann settist, og hann heldur tí, at ákærdi kann hava fingið fatur á PIN-kotuni tann vegin.
Hann greiddi eisini frá, at hann einaferð hevði sagt fyri ákærda, at hann hevði mist visakortið burtur. Ákærdi fór tá beinanvegin at leita, og stutt eftir kom hann aftur við visakortinum. Og tað undraðist vitnið um.
Maðurin segði, at hann einaferð hevði lánt ákærda 2000 krónur, men tær hevði hann fingið aftur.
Vitnið segði, at hann vanliga ikki tók pening út úr pengaautomatunum, men at han kanska hevði gjørt hetta einar tvær ferðir gjøgnum summarið í fjør.
Royndi at taka pening út
Tvær bankakvinnur vórðu eisini avhoyrdar í morgun, og tær arbeiða báðar í Eik Banka í Fuglafirði.
Fyrru ferð tann ákærdi var inni í deildini í Fuglafirði, royndi hann at taka pening út við kassan. Men bankakvinnan kendi mannin sum átti kortið, og royndi at ringja til hann, tó uttan at fáa fatur á honum.
Ákærdi fekk tískil ongan pening útflýggjaðan ta ferðina.
Eina aðru ferð var ákærdi eisini komin inn í deildina hjá Eik Banka í Fuglafirði, og tá vildi hann fáa PIN-kotuna til visakortið hjá hesum eldra manninum.
Nú bar tað ikki til at fáa kotuna útflýggjaða, men hendan bankakvinnan varnaðist eisini, at hóast talan var um ein útlending, so var navnið á kortinum føroyskt.
Hendan bankakvinnan ringdi eisini til navnið á eigaranum av kortinum, og hesaferð fekk hon fatur á viðkomandi. Hann visti einki um, at ákærdi hevði visakortið hjá sær.
Maðurin fekk beinanvegin illgruna til ákærda og segði hetta við hann. Eldri maðurin gav ákærda manninum møguleikan at gjalda pengarnar aftur, men tað hevði ákærdi ongan møguleika fyri.
Talan er um eina upphædd á einar 60.000 krónur.
Sakarmálið heldur fram seinnapartin, tá drápsmálið aftur verður tikið upp.