4. flokkur í Fuglafjarðar skúla hevur síðani februar vant sangleikin »Picasso kemur í morgin«, sum Frits Johannesen hevur skrivað og tónsett. Leikurin snýr seg um Picasso, sum kemur at vitja børnini í 4. flokki.
Tey tosa um, hvaðani hann er ættaður, hvussu hann sær út, um hann er giftur ella leysagiftur, málningar hansara og um málningarnar, sum børnini sjálvi hava málað.
Eisini verða yrkingarnar at hoyra í leikinum: »Tað brenna túsund ljós í kvøld«, sum Hans A. Djurhuus hevur gjørt, og Eyðun á Lakjuni hevur smíðað, Sá eg bros av sama yrkjara, og sum Jógvan á Lakjuni hevur gjørt lagið til.
Jógvan á Lakjuni hevur klaverfylgisspælið.
Sambært leikstjóranum er Picasso ættaður úr Oyndarfirði. Úr Fuglafirði frætta vit, at talan enn einaferð er um eitt listarligt bragd í Fuglafirð, sum listamaðurin og undangongumaðurin Frits Johannesen hevur loyst ú lagdi.
- Frits er ikki sum hini, og tí er Fuglafjørður ikki sum hinar bygdirnar í Føroyum, listarliga, tónleikarliga, vinnuliga, mentanarliga og á so mangan hátt, har tolsemi av somu grund valdar, siga tey.
Flokslærari og hjálparfólk er Magda Magnusardóttir
Sanglærari og hjálparfólk er Jógvan Dahl
Seymað búnan hjá Picasso hevur Marita Samson Sigurdardóttir.
Leikurin verður spældur:
Mánakvøldið 11. mai kl 20:00 frumroynd fyri foreldrum, systkjum, abbum og ommum.
Mikukvøldið 13. mai kl 20:00
Fríggjakvøldið 15. mai kl 20:00
Leygardagin 16. mai kl. 16:00 og kl. 20:00
Sunnudagin 17. mai kl. 20:00
Mánadagin 18. mai kl. 20:00 .
Kostn. Vaksin kr. 80:00 børn kr. 30