Picasso kann seta nýtt heimsmet

Picasso-málningurin "Garcon à la Pipe" (Drongur við pípu), er til sølu á uppboði í New York tann 5. mai, og gongur tað, sum serfrøðingar vænta, kann hann seta nýtt prísmet.

Um málningurin verður seldur er ein annar spurningur. Amerikanskir listakennarar hava mett, at søluvirðið liggur um einar 450 milliónir krónur, men fleiri serfrøðingar vænta, at boðið kann koma upp á einar 650 milliónir krónur.

Verður tað prísurin, er tað nýtt heimsmet. Verandi met eigur málningurin "Mynd av Gachet doktara", sum Vincent van Gogh málaði. Tann málningurin varð í 1990 seldur á uppboði fyri 520 milliónir krónur.