Danski høvundin, 46 ára gamla Pia Tafdrup, fær Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Tað er fyri yrkingasavnið Dronningeporten, eitt savn, sum kom út á forlagnum Gyldendal í fjør. Virðislønin, sum er 350.000 danskar krónur, verður handað henni á ráðstevnuni hjá Norðurlandaráðnum 8. februar í Helsinki. Pia Tafdrup er tann 38. í røðini, sum fær hesa virðislønina, ið so nógv tráa eftir. Hon var eisini í uppskoti til bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í 1994.
Ellivu verk úr seks Norðurlondum vóru í uppskoti til virðislønina í ár, eitt teirra var yrkingasavnið Pentur eftir Jóannis Nielsen. Hetta er aðru ferð verk eftir Jóannis Nielsen er í uppskoti. Nevndin, ið innstillar føroysk verk, er mannað av trimum fólkum, Ebbu Hentze, Turið Sigurðardóttir og Jógvanu Isaksen.