Pia Tafdrup til Føroyar

Í døgunum 9-12. apríl vitjar virðislønti, danski yrkjarin Pia Tafdrup í Føroyum

Pia Tafdrup, sum í 1999 fekk Norðurlendsku Bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið Dronningeporten (1998), fer á vitjanini at lesa upp úr nýggjastu yrkingasøvnum sínum og at greiða frá.

Við á vitjani er maður Pia Tafdrup, Bo Hakon Jørgensen, bókmentafrøðingur, ið fer at halda fyrilestrar um danskar høvundar.

Eisini er ætlanin at skipa fyri einum tiltaki, har limirnir í Rithøvundafelagnum fáa høvi at hitta Piu Tafdrup.

Fyribils skráin fyri vitjanina sær soleiðis út:

Á Fróðskaparsetrinum, Føroyamálsdeildini mikudagin 9. apríl kl. 13-15: Pia Tafdrup sigur frá ritverki sínum og lesur upp úr úrvalssavninum Springet over skyggen, 2006

Á Fróðskaparsetrinum, Føroyamálsdeildini hósdagin 10. apríl kl. 13: Bo Hakon Jørgensen, bókmentafrøðingur, heldur fyrilestur um danska yrkjaran Per Højholt.

Í Norðurlandahúsinum leygardagin 12. apríl kl. 13: Bókmentaligur seinnapartur. PiaTafdrup lesur upp úr savninum Tarkovskijs heste og greiðir frá. Bo Hakon Jørgensen, bókmentafrøðingur, heldur fyrilestur um danska rithøvundin Karen Blixen.