Konservativi danski fólkatingslimurin Mette Abildgaard hevði í gjár 5 mánaðar gomlu dóttir sína við í Fólkatingið í sambandi við atkvøðugreiðslu. Men hon er óynskt á Fólkatinginum saman við barni sínum. Hetta fekk hon í øllum førum at vita frá Pia Kjærsgaard, fólkatingformanni, í gjár.
Mette Abildgaard skrivaði á Twitter:
“Tú ert óynskt við barni tínum í Fólkatingssalinum!” - soleiðis ljóðaðu boðini til Esther Mariu (dóttirin) og meg frá Pia Kjærsgaard”.
Mette Abilgaard bleiv mamma 8. oktober í fjør, og hetta var fyrstu ferð, hon hevði dóttir sína við til arbeiðis. Tað vóru serligar umstøður, sum gjørdu, at hon tók hana við, og spurdi ikki um loyvi til tess, tí hon væntaði ikki, tað fór at vera nakar trupulleiki.
Pia Kjærsgaard hevur svarað aftur upp á kritikkin á Twitter. Hon sigur, at hon bað vaktin siga við Abildgaard, at tað ikki var gott við smáum børnum í salinum. Pia heldur tó, tað er gott, at hetta kjakið verður tikið upp.
<script async src="https://platform.twitter.com/widgets.js" charset="utf-8"></script>
Hendingin hevur vakt uppmerksemi í donskum og útlendskum miðlum í dag, og bretsku BBC og the Guardian hava millum annað umrøtt hetta.