PIa Kjærsgaard leggur frá sær

Pia Kjærsgaard leggur frá sær sum forkvinna fyri Dansk Folkeparti, og hon peikar upp á Kristian Thulesen Dahl sum avloysara sín, skriva danskir miðlar.

Pia Kjærsgaard hevur verið forkvinna í Dansk Folkeparti í 17 ár. Í dag kunnaði hon tingbólkin um avgerðina, sum bert fá hava vitað um hesar sjey mánaðirnar, meðan hetta hevur verið planlagt.

Pia Kjærsgaard sigur í samrøðu við Berlingske Tidende, at hon vil fara við virðing. Hon sigur, at hon so mangan hevur sæð, at floksformenn eru farnir frá upp á tann keðiliga mátan. Annaðhvørt hava teir fingið sekkin, eru tvungnir frá, ella hava tapt eitt val eftir ein vánaligan valdyst.

– So eg havi ikki ætlað, at tað skal henda fyri meg, sigur Pia Kjærsgaard, sum heldur fram sum talsfólk í virðismálum – og hon stillar eisini upp til næsta fólkatingsval.

Avloysarin hjá henni, 43 ára gamli Kristian Thulesen Dahl, skal veljast av limunum á ársfundinum hjá Danska Fólkaflokkinum í september.