Facebook er ofta brúkt til hóttanir ímóti einstaklingum, og nú verður tað eisini brúkt til at hótta formannin í Danska Fólkaflokkinum, Piu Kjærsgaard, eftir lívinum. Hóttanin kemur frá einum hatursbólki, hvørs einasta mál er Pia Kjærsgaard, skrivar B.T.
-Tú fert at doyggja skjótt, skrivar ein persónur.
-Eg fari at brenna, neyðtaka og heingja Piu Kjærsgaard, skrivar ein annar. Ein triði skrivar, at hann og onnur ætla at seta eld á húsini hjá DF-formanninum og at neyðtaka børn hennara, meðan hon sær.
Sambært B.T. hevur hesin Facebook-bólkurin 1.500 limir. Blaðið skrivar, at hóttaninar eru meldaðar til løgregluna.










