Pia er 42 kilo lættari

- Tankin um sunnari matvanar búnaðist í mær, men tað tók sína tíð, áðrenn eg veruliga tók meg saman. Tað gjørdi eg hin 21. apríl í ár. Í dag vigi eg 42 kilo minni. Á Gaddavegi 15 á Nesi búgva Pia og Snorri Jensen. Hon er dagrøktarmamma; hann er sjómaður.

Pia er 37 ára gomul, og hon dylur ikki fyrr, at hon í løtuni er eitt sindur errin av sær sjálvari.

- Eg havi í nógv ár vigað alt ov nógv. Tað er júst eitt ár síðan, at mamma mín doyði, bert 56 ára gomul. Hon var sjúk. Mamma segði ofta við meg, at nú mátti eg taka meg saman. Hon eggjaði mær til at minka um vektina.

Hon sigur, at mamman næstan dagliga bað hana koma við sær inn í Bónus á Glyvrum at keypa okkurt grønmeti, og sjálv keypti hon ofta víndrúur.

- Tankin um sunnari matvanar búnaðist í mær, men tað tók sína tíð, áðrenn eg veruliga tók meg saman. Eg visti, at eg át ikki sunt, og eg motioneraði slett ikki. Mamma segði mangan, at eg skuldi ansa betri eftir, fara út og ganga ella renna. Men eg gjørdi einki av hesum.

Men so hendi tað!

- Í føðingardegnum hjá einum av børnum mínum, hin 21. apríl í ár, setti eg mær fyri, at eg onga kaku skuldi eta. Nú skuldi tað verða. Eg stóð uppskrivað til gastric bypass í eini tvey ár, men slapp ikki framat.

Við egnari hjálp og ongari serstakari kostráðgeving vigar Pia í dag heili 42 kilo minni, enn hon gjørdi í vár.

- Eg havi broytt kostvanar, eri meiri bevíst um tað, eg eti, og eg gangi ella renni sjey kilometrar um dagin. Hetta hevur verið mín ?heilivágur?, og eg stórtrívist við hesum. Alt er nógv lættari, og eg orki alt nógv betri. Dagurin er vorðin eitt vælsignilsi, sigur Pia Jensen.