Pia aftur forkvinna

Pia Larsen úr Vinstraflokkinum heldur fram sum forkvinna fyri serligu Føroyanevndina í fólkatinginum.

Nývalda fólkatingið hevur skipað seg, og Pia Larsen, sum hevur sitið í fólkatinginum seinastu 15 árini, skal halda fram í ábyrgdarsessinum við víðvíkjandi Føroyum.
Serliga Føroyanevndin í fólkatinginum hevur havt til uppgávu at fylgja við samráðingunum milum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið um størri sjálvstýri til føroyingar.