Bjarni Hansen, virkisleiðari, sigur, at so nógv lá niðurfyri í síðstu viku, at tey hava nóg mikið av fiski til og við mikudagin í hesi vikuni.
Phoenix og Suðringur
Hesa vikuna koma tveir djúpvatnstrolarar inn at landa.
- Phoenix og Suðringur koma mikudagin og hósdagin. Teir havavæntandi 200.000 pund hvør, og veiðan hjá skipunum er upsi og kongafiskur.
Tá ið vit frættu mánamorgunin, visti Bjarni Hansen ikki at siga, um aðrarlandingar verða á Tvøroyri hesa vikuna.










