Phlake á G!

Danski bólkurin skapti kaos á Roskilde Festivalinum, og nú kemur hann til Føroya.

Í dag hevur G! Festivalurin kunngjørt nýtt navn, ið fer at framføra á palli í Syðrugøtu.

 

Talan er um danska einstaklingin Phlake. Hann verður lýstur at spæla lokkandi løg um kærleika, og hevur hann ,,funky tónar." Fyrsta plátan hjá Phlake varð útgivin í farnu viku. Eisini vóru fleiri 1000 fólk, ið streymaðu til konsertina hjá Phlake á Roskilde Festivalinum.

 

G! Festivalurin skrivar í tíðindaskrivi, at Phlake fer at spæla hóskvøldið á G!. Nakrir aðrir bólkar, ið spæla hóskvøldið, eru BRC aka The Bloody Beetroots, Punjab, Zion Train og Konni Kass.