Phillip prinsur í ferðsluóhappi

Seinnapartin í gjár frættist, at Phillip prinsur, maður Elisabeth drotning av Onglandi, var í einum ferðsluóhappi. Phillip prinsur er 97 ár og koyrdi sjálvur bilin sum var við í ferðsluóhappinum, tvær kvinnur, sum vóru í hinum bilinum fingu smærri snuddir av óhappinum. Óhappi hendi nærhindis Sandringham Palace, sum liggur í eystursíðini av Onglandi. 

   

   

Sambært Sky News varð neyðugt at kannað promilluna hjá Phillip prinsi og hinum bilføraranum, tíbetur vístu báðar promillur negativt, tað vil siga at hvørgan koyrdi ávirkaður. 

Kongahúsið greiðir frá, at Phillip prinsur koyrdi út á ein størri veg tá óhappi hendi. 97 ára gamli prinsurin fekk ongan skaða men gjørdist ógvuliga kløkkur av óhappinum. 

   

  

Tosað verður longu um at møguliga takað koyrikortið frá Phillip prinsi, hetta tí hann er so gamal og møguliga ikki skal koyra meira. Reglurnar í Onglandi eru soleiðis, at tá tú gerst 70 ár skal tú taka koyriroyndina umaftur, og so tekur tú hana triðja hvørt ár frameftir. 

   

  

Tá amerikanski forsetin Barack Obama, saman við konu síni Michelle Obama, var og vitjaði bretska kongahúsi í 2016 var tað Phillip prinsur, sum tá var 94 ár, sum koyrdi tey inn til Winsdor Castle, har tey vóru bjóðaði til ein temunn saman við drotningini og prinsinum.