Philippe við Aprílbólkinum

Tann 20. apríl letur listarbólkurin Aprilgrupen upp árligu listarframsýning sína í Baunhøj Mølle í Grenaa í Jyllandi.

Aprilgruppen er ein danskur listarbólkur, ið byrjaði í 1982, og sum hvørt ár síðani hevur havt hesa framsýning. Í bólkinum eru Hans Clausen, Ruth Falk, Maud Sinclair, Ole Stenholm og Ketty Steffansen, og fáast tey við ymiskar listargreinir, - málning, vatnlitir, foto og grakikk.

Á hvørjum ári verða ein ella fleiri onnur listarfólk boðin við á framsýningina, og í ár er so Philippe Carré úr Havn boðin við, saman við einum keramikara úr Risskov, einum grafikara úr Stuttgart og einum málara úr Rønne.

Framsýningin í Baunhøj Mølle í Grenaa er opin frá 20. apríl tl 17. mai.