Philip prinsur á sjúkrahús

Júst sum bretar hátíðarhalda, at Elizabeth hevur verið drotning í 60 ár, er maður hennara, Philip prinsur, farin á sjúkrahús. Í einari fráboðan frá Buckingham-slottinum verður sagt, at prinsurin hevur bløðrubruna, og at hann er lagdur inn á eitt sjúkrahús í London.

Philip prinsur er 90 ára gamal. Fyri einum hálvum árið síðani var hann eisini á sjúkrahúsi. Ta ferðina hevði hann trupulleikar við hjartanum.

Í kvøld er eitt stórt tónleikatiltak uttan fyri Buckingham Palace, har fleiri av teimum best kendu tónleikanøvnunum luttaka til heiðurs fyri drotningina.