Phil “The Power” Taylor bestur fyri 16. ferð

Hann er ein livandi legenda innanfyri dart, og í gjár staðfesti hann hví hann verður mettur sum helst tann besti dartspælarin í søguni. Fyri 16. ferð vann Phil Taylor PDC heimsmeistaraheitið.

 

Dart er so smátt við at vinda upp á seg í Føroyum aftur, eftir nøkur minni góð ár. Úti í heimi er verður dart spælt frammanfyri fleiri túsund áskoðarum. Soleiðis var eisini, tá finalan í PDC heimsmeistaraheitinum var spæld í gjár.

 

Finalan var millum Phil Taylor og tann bara 23 ára gamla Michael van Gerwen. Tað var Michael van Gerwen, sum kom best frá byrjan og vann tvey tey fyrstu settini. Eina løtu sá Phil Taylor út sum ein troyttur maður, sum ikki hevði tað, ið skal til fyri at vinna eina finalu.

 

Tað er ein orsøk til, at Phil Taylor hevur vunnið meistaraheitið 16. ferðir. Hann er ísakaldur og fantastiska dungaligur tá trýst er á. Tað prógvaði hann eisini í finaluni. Hann reisti seg frá vánaligu byrjanini og vann 7-4.

 

Hann hevur sosatt vunnið PDC heimsmeistaraheitið 16 ferðir upp á bara 23 ár.