Phil Spector er deyður

Heimskendi tónleikaframleiðarin. produsarin, Phil Spector er deyður, 81 ára gamal.

Útlendskir miðlar vita at siga, at deyði hansara hevur samband við, at hann fyri fýra vikum síðani fekk koronasmittuna.

Spector, sum er ein legenda innan tónleikaframleiðslu, varð í 2009 dømdur fyri morð á sjónleikakvinnuna Lana Clarkson. Hetta hendi í 2003. Spector fekk dóm á 19 ár til lívstíð í fangahúsi.

Phil Spector kom við sonevnda Wall of Sound við mongum løgum av samanmiksaðum ljóðførum. Hetta skuldi sambært Spector fáa tónleikin at ljóða væl, eisini í minni góðum avspælitólum, so sum transistor-radio ella jukebox.

Hann framleiddi tónleik við hópin av tónleikarum, og úr rúgvuni kunnu nevnast The Ronettes, The Crystals, The Righteous Brothers, Ike & Tina turner og The Beatles á síðstu plátuni Let it Be, Leonard Cohen á Death of a Ladie’s Man og Ramones á End of the Century. Hann hevði seinni eisini ein fingur við í spælinum á útgávum hjá John Lennon, George Harrison og á einari hjá Yoko Ono.

Spector legði frá sær í áttatiárunum, men kom aftur í aftur í 2003, tá hann framleiddi nakrar sangir á plátu hjá  Starsailors.

Stutt eftir varð hann handtikin fyri morð á Lana Clarkson, sum varð skotin í heimi hansara, eftir at tey bæði júst høvdu funnið saman. Hann noktaði seg sekan og segði, at talan var um sjálvmorð.

Phil Spector var kendur fyri sín exentriska lívsstíl og fyri at dáma væl parykkar og vápn. Hann sigst hava hótt listafólk við skotvápni, millum onnur Leonard Cohen.

Spector skapti eitt ljóð, ið sigst hava givið mongum íblástur, eittnú Brian Wilson, Bruce Springsteen, The Jesus & Mary Chain, My bloody Valentine og The Raveonettes.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##