Phelps skrivar OL-søgu

Amerikanski svimjarin Michael Phelps skrivaði sítt navn í ta olympisku søguna, tá hann sum fjórði maður á liðnum var við til at tryggja USA gull í 4x200 metrar frísvimjing í London í kvøld.

 

Við gullinum í kvøld hevur Michael Phelps vunnið 19 olympisk heiðursmerkir, og tað hevur eingin annar megnað. Tað gamla metið, sum var 18 heiðursmerki, átti russiska Larissa Latinina, og tey vann hon í árunum frá 1956 til 1964.

 

Gullheiðursmerkið í kvøld er tað 15. hjá Michael Phelps, og tað er nógv meiri, enn nakar annar hevur vunnið. Hini fýra, sum hava verið vunnið, eru tvey silvurmerki og tvey bronsumerki.