Áhugin fyri konsertini við amerikanska gospelsangaranum David Phelps, sum skuldi verða á Toftum 18. juni, hevur verið so stórur, at konsertin nú flytur longur inn á Skálafjørðin.
Konsertin við David Phelps verður 18. juni, og øll 400 atgongumerki til konsertina, sum skuldi verða í samkomuhúsinum á Toftum, eru seld.
Tí hava fyrireikararnir avgjørt, at konsertin skal flytast í Kelduna í Skálafirði, har pláss er fyri 900 fólkum.
- Hetta gera vit fyri at fleiri fólk sleppa at uppliva konsertina, sigur felagið Gjamma, ið skipar fyri konsertini.










