Amerikanski svimjarin Michael Phelps er ársins ítróttarmaður í 2012. Tað halda ítróttartíðindafólk í Bretlandi og USA, sum hava tikið lut í einari kapping hjá tíðindastovuni AP. Á øðrum plássi er amerikanarin LeBron James, og á triðja plássi Usain Bolt úr Jamaica.
AP sigur, at Phelps (myndin) fekk 40 atkvøður, James 37 og Bolt 23.
Felags fyri teir tríggjar er, at teir vunnu gull á olympisku summarleikunum í London í summar. Michael Phelps vann fýra gullmerki og tvey silvurmerki og er tann ítróttarmaðurin, sum hevur vunnið mest í OL.