Phelps bergtók

David Phelps byrjaði sína seinkaðu konsert klokkan 15.45 í dag. Hann hevði eina frálíka konsert. Berandi fyri framførsluna hjá honum og bólkinum, var frálíka tenor-røddin hjá Phelps. Nógv fólk vóru savnað til konsertina, hóast konsertin var tað einasta, sum var á skránni sunnudagin. Tað sást aftur í fjøldini, at tað vóru nógvir Phelps-fjepparar til staðar.

David Phelps hevði eina sera góða framførslu á Vagsbøi sunnudagin. Heilt fitt av fólki vóru komin at lurta eftir amerikanska sangaranum, sum er kendur innan kristiligt høpi í Føroyum. Phelps er serliga kendur frá vælumtóktu Gaither Vocal Band, men seinastu árini hevur hann valt at fara solo.

Maðurin við mildu útsjóndini og teimum kraftigu krúllunum hevur eina óvanliga flotta rødd. Røddin hjá honum var eisini berandi fyri framførsluna á Summarfestivalinum.

Løgini hjá honum kunnu bólkast sum lættur poppur við íblástri frá 80´unum, men tað vóru eisini onkrir heilt friðarligir missións-slagarar, sum allir føroyingar kenna. Hetta eru løg, sum eisini verða sungin í føroyskum samkomum.

Fantastisk rødd
Røddin hjá David kom veruliga til sín rætt til tey friðarligu løgini. Hann bergtók áhoyrarnar, tá ið hann fleiri ferðir helt einum sera høgum tóna longri, enn tað átti at verið gjørligt hjá einum menniskja. Førleikin til at syngja høgt er eisini vørumerkið hjá David Phelps.

Systurin hjá David syngur stuðulsrødd í bólkinum hjá honum. Hon hevur eisini eina vakra rødd, og tey komplimentera hvønn annan væl. Eisini var ein violin-spælari við í bólkinum. Hon hoyrdist tó alt ov illa í summum av teimum villaru løgunum. Eisini hoyrdist guitar-spælarin ov illa.

Eingin bass-spælari var við, men tó var ein bassur programeraður í ljómborðinum. Okkurt annað var eisini spælt "play-back", men hetta gjørdi ikki stjørnuna hjá David Phelps minni hjá áhoyrarunum.

Phelps hevði gott samband við áhoyrarnar, og hann endurtók fleiri ferðir, hvussu glaður hann var fyri at vera í Føroyum. Hetta fall sjálvandi í góða jørð hjá okkum ernu føroyingum.

Phelps megnaði veruliga at syngja seg enn longur inn í hjørtuni hjá pro-gospel-føroyingum. Hann vísti, at hann er líka góður "live" sum á fløgu og í sjónvarpinum.

Konsertin við David Phelps var verd at bíða eftir. Tað var ein son framvísing av einum framúrskarandi vokalisti.