Fríggjadagin 1. desember klokkan 13 (danska tíð) verjir Martin Mohr Olsen ph.d.-ritgerð sína á DTU í Lyngby, skrivar setur.fo.
Heitið á ph.d.-ritgerðini hjá Martini Mohr Olsen eitur "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic".
Martin hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetrinum og Danmarks Tekniske Universitet (DTU), og ph.d.-verkætlanin er eitt samstarv millum Setrið, DTU. Tórshavnar kommunu og Hugskotið.
Vegleiðarartoymið:
Principal supervisor: Professor Jason Li-Ying, DTU Entrepreneurship
Co-supervisors: Associate Professor Francesco Rosati, DTU Entrepreneurship; Associate Professor Jens Christian Svabo Justinussen, University of Faroe Islands; Affiliated Teaching Lecturer Lau Øfjord Blaxekjær, University of Faroe Islands
Metingarnevndin:
Associate Professor Maria Theresa Norn, DTU Entrepreneurship
Professor Leslie King, Royal Roads University, Canada
Professor Firouz Gaini, University of Faroe Islands
Chairperson at defence:
Professor Jes Broeng, DTU Entrepreneurship
Verjan verður á DTU fríggjadagin 1. des. 2023 kl 13 (danska tíð).
Adressan er:
DTU, Technical University of Denmark, Kgs Lyngby
Building 421, auditorium 074
Eitt eintak av ph.d.-ritgerðini liggur á Landsbókasavninum.
Hetta skrivar setur.fo millum annað, og har er eisini meira at lesa um evnið.