Mánadagin 19. oktober vardi Torkil Kollsker ph.d.-ritgerð sína um amboð til at optimera arbeiðið við LEGO konstruktiónum. Heitið á ritgerðini er: ”Mathematical Models and Algorithms for Optimisation of the LEGO Construction Problem”.
Hetta skrivar Granskingarráðið á granskin.fo.
Torkil hevur verið innskrivaður á DTU - Department of Technology, Management and Economics.
Høvuðsvegleiðari var Thomas Jacob Riis Stidsen, lektari, og hjávegleiðari var Mathias Stolpe, professari, báðir á DTU.
Í metingarnevndini vóru:
David Pisinger, professari á DTU
José Fernando Oliveira, professari á Porto University, Portugal
Mattias Schevenels, lektari á KU Leuven, Belgium
Jesper Larsen, professari á DTU leiddi verjuna.
Á gransking.fo sæst samandráttur, nærri lýsing, á enskum av, hvat hetta snýr seg um.