Poul er havnarmaður, sonur Maritu og Leivur F .Guttesen. Eftir at hava lisið gudfrøði í USA og Kanada fór Poul undir eina ph.d.-granskingarætlan á St. Andrews. Ritgerðin viðgjørdi Jürgen Moltmann, ein av týdningarmiklastu gudfrøðingunum í Týsklandi eftir 2. heimsbardaga. Í granskingini útgreinaði Poul týdningin av ríki Guds sum eitt grundleggjandi hugtak í gudfrøði Moltmanns og samanbar hetta við líknandi hugtøk í Opinberingini. Ein grundleggjandi táttur í ritgerðini er, hvussu vónin um ríki Guds ávirkar heims- og lívsáskoðan menniskjans.
Ritgerðina vardi Poul síðsta heyst, men sjálv próvhandanin var í vár. University of St. Andrews er elsti lærdi háskúlin í Skotlandi. Próvhandanin var sera hátíðarlig og merkt av aldargomlum siðum, sum hava sín uppruna langt aftur í miðøldina.
Poul undirvísur nú í gudfrøði, serliga í Nýggja Testamenti, á Schloss Mittersill í Eysturríki.
Leygardagin 9. september frá kl. 14-18 undirvísur Poul Guttesen í 1. Jóh. brævi í hølunum hjá samkomuni Lívdini á Brekku 3 í Hoyvík. Hann fer at nema við evnir, so sum hvussu 1. Jóh. bræv lýsir lívið í ljósi og kærleika Guds.









