Ph.D. innan vísindi

Høgni Hammershaimb Debes fer tann 20. juni at verja Ph.D. ritgerð innan vísindi. Høgni hevur granskað í gróðri og djóraplankton, eins og hann hevur kannað sambandið millum plantuætið og djóraæti á landgrunninum. Í dómsnevndini sita Dr. Roger Harris, Plymouth Marina Laboratory, Dr. Fransisco Rey, Havforskningsinstituttet i Bergen og Jan Arge Jacobsen, Dr. Scient, granskari á Fiskirannsóknarstovuni. Verjan er almenn, og fer hon fram á Føroya Sjómansskúla klokkan 13.00.