Tað skrivar norska heilsustýrið, Folkeheilseinstituttet (FHI), í tíðindaskrivi.
Ikki er greitt, um tað fer at ávirka veitingarnar til Danmarkar, Føroyar og Grønland.
Ritzau hevur roynt at fingið váttað uppslýsingarnar frá Pfizer og viðkomandi heilsumyndugleikum.
Minkingin í veitingunum verður gjørd, tí at framleiðsluorkan skal dagførast.
Tá tað er gjørt, fer framleiðslan av koppingarevni at økjast til tvær milliardir um vikuna frá 1,3 milliard í dag.
Greitt er ikki, nær Pfizer fer at vera aftur við fullari framleiðslustyrki.
– Fyri Noreg merkir tað í fyrstu syftu, at vit fáa 7.800 færri skamtir í tríggjar vikur, enn Pfizer áður hevur boðað frá, sigur Geri Bukholm, sum er økisstjóri hjá FHI.
Noreg skuldi annars fáa beint undir 44.000 skamtir í næstu viku. Men tað minkar so til umleið 36.000.
Bukholm sigur, at Noreg hevur nóg mikið av skamtum á neyðgoymslu í staðin fyri niðurgongdina í veitingini. Danmark stendur til at fáa 64.233 skamtir frá Pfizer/BioNTech í næstu viku.
/ritzau/