Tað eru trý sløg av koppingarheilivági móti koronu, sum liggja nærmast góðkenning í ES, og norski Fólkaheilsustovnurin heldur, at koppingarevnið hjá fyritøkuni - Pfizer - er nærmast eini góðkenning. Tað er evropeiska heilivágsskrivstovan - EMA - sum viðger umsóknir um góðkenning í ES.
EMA heldur sambært VG, at tvey koppingarevni kunnu góðkennast í seinna helmingi av desember - um alt gongur, sum tað skal.
Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, segði í vikuni, at Noreg kann fáa heilivágin tíðliga í 2021, og norski Fólkaheilsustovnurin heldur, at tað kanska verður longu í januar.
- Eg hugsi, tað er møguligt, at vit kunnu fáa heilivág til Noregs í januar - í øllum førum frá einum veitara, um koppingarevnið verður góðkent, sigur Geir Bukholm, sum hevur ábyrgdina av heilivágnum móti covid-19 í Fólkaheilsustovninum.
Men, hvat koppingarevni kann so væntast at koma í januar?
- Eg vildi hildið, at tað er Pfizer, sum er tað nærmasta, sigur Geir Bukholm.
Tað er framvegis ikki greitt, hvussu stórar nøgdir, Noreg kann fáa frá Pfizer í byrjanini. Tey tølini hevur Fólkaheilsustovnurin ikki fingið frá fyritøkuni enn. Men, tey halda, at Noreg kann fáa eitt prosent av samlaða keypinum hjá ES, og hetta svarar til tvær miljónir skamtanir til Noregs. Fólkaheilsustovnurin hevur áður sagt, at tvær miljónir er á leið tað, sum Noreg skal hava fyri at kunna koppseta fólk, sum eru í vandabólki.
Hvørjir eru fyrimunir og vansar við Pfizer-koppsetingini samanborið við hinar tvær, sum eisini eru nær? - Øll trý sløgini, sum nú eru til góðkenningar, krevja helst tvær skamtanir til hvørt fólkið, sum verður koppsett.
Hevði tað so verið ein fyrimunur við koppseting, ið bara krevur eina skamtan?
- Ja, tað kann jú henda, at fólk, sum hava fingið fyrru skamtanina, fella frá og taka ikki ta næstu. Slíkt hevði verið ógvuliga óheppið, tí við bert einari skamtan av hesum heilivági fáa fólk ikki fulla verju móti koronu, sigur Geir Bukholm í Fólkaheilsustovninum. Hann leggur aftrat, at ein annar trupulleiki kann vera, at fylgjast má neyvt við, hvørja koppseting fólk hava fingið fyrstu ferð - og hvørja tey fáa aðruferð.
##med2##
Fólkaheilsustovnurin veit ikki at siga, hvør koppseting virkar best, og enn vita tey ikki, hvørji møgulig hjáárin kunnu verða. - Vit vita heldur ikki, um nakar munur er á heilivágnum, og vit kenna ikki tey faktuellu tingini, sigur Geir Bukholm.
Hann sigur, at koppingarevnini, Pfizer / BioNTech og Moderna, hava ein vansa í mun til AstraZeneca/ Universitetið í Oxford. Tvey bæði fyrru sløgini kevja lagring í nógvum kulda, meðan AstraZeneca kann goymast í kuldaskápi.
- Pfizer / BioNTech krevur 70 kuldastig í eina stutta tíð, og síðan kann heilivágurin goymast í kuldaskápi. Heilivágurin hjá Moderna skal hinvegin liggja í 20 kuldastigum yvir eina longri tíð og kann síðan goymast rættiliga leingi í kuldaskápi, sigur Geir Bukholm og leggur aftrat, at hetta eru fyribils boð, tey hava fingið frá veitarunum.