Pfizer dregur í land

Pfizer er í kvøld komið við fráboðan um vaksinuna

Í morgun komu boð frá Pfizer/BioNTech, at fyritøkan megnar ikki at liva upp til veitingaravtaluna við Europa Samveldið (ES) næstu vikurnar.

Orsøkin er ein útbygging av framleiðsluni í Puurs í Belgia, og tað skuldi í eina tíð hava við sær, at Pfizer ikki fær framleitt eins nógva vaksinu sum higartil. Eftir útbyggingina kann framleiðslan vera størri, og tá kann Pfizer lata meira vaksinu enn higartil.

Danmark roknaði við at fáa umleið 60.000 skamtar av vaksinu um vikuna, men boð komu um, at Danmark fær nakað minni komandi vikurnar. 

– Vit eru í einari kapprenning við nýggja slagið av koronu, og tí halda vit, at tað er álvarsamt, at vit fáa minni vaksinu komandi tíðina, segði Magnus Heunicke, danskur heilsumálaráðharri, í einari fráboðan í dag.

Danmark, Svøríki, Finland, Litava, Letland og Estland sendu í felag ES nevndini bræv, har heitt var á nevndina um leggja trýst á Pfizer fyri at fáa fyritøkuna at lata vaksinu sum avtalað.

Dagurin hevur verið baldrutur hjá Pfizer, tí fyritøkan hevur veruliga verið í andgletti. Og okkurt er hent, tí í kvøld er nýggj fráboðan komin frá Pfizer, sum dregur í land. Nú sigur fyritøkan, at tað verður bert í eina viku, at tey fara at lata minni vaksinu. Eftir tað heldur veitingin fram sum higartil.

Føroyar fáa vaksinu umvegis Danmark frá felags innkeypinum hjá ES.