Tað verður ikki eins og seinast at italska Pininfarina teknistovan, sum teknaði Peugeot 406 Coupé, teknar avloysaran, 407 Coupé. Hesaferð er tað designdeildin hjá Peugeot, sum teknar bilin.
Forgangarin varð teknaður av Pininfarina miðskeiðis í 90-unum, og designið heldur sær sera væl. Men hesin nýggi er sanniliga eisini smartur og elegantur.
Motorarnir vera t.d.: 3.0 litur V6 og ein 2.7 litur HDi biturbo, sum verður gjørdur í samstarvi millum PSA og Ford.
Peugeot 407 Coupé verður gjørdur í Rennes í Fraklandi saman við Peugeot 407 SW og Citroën C5.