Tað hoyrdist einaferð, at tá Peugeot 307 fekk ein avloysara, skuldi tað vera ein nýggjur við navninum 308. Men tað verður í hvussu so er ikki enn, tí nú fær núverandi Peugeot 307 eina sokallaða facelift við t.d. nýggjum designi framman, nýggjum baklyktum. Onkur nýggjur motorur verður eisini á skránni, og sótfiltur verður standard í 2,0 litur dieselútgávuni.
Viðvíkjandi útgerð verða onkrar broytingar, t.d. verða tokulyktir framman standard á øllum modellunum og aircondition verður standard í SW- modellunum.
Peugeot 307 hevur annars staðið seg væl í hørðu kappingini í sokallaða Golf-klassanum, har kappingin er sera hørð.