Peugeot 207 mini-MPV í 2006

Fleiri nýggj Peugeot modell eru ávegis. Ein heilt nýggjur 407 kemur í vár, og komandi ár kemur ein nýggjur 207, sum eftir ætlan eisini skal koma sum mini-MPV í 2006

Allir Peugeot bilar koma í framtíðini at líkjast í ferðsluni við stórum opnum kølaragittari undir kúfangarahædd og stórum Peugeot-logo mitt framman.

Komandi ár kemur ein nýggjur Peugeot 207, sum avloysir núverandi 206. Árið eftir er ætlanin at 207 skal koma í eini MPV útgávu. Talan verður um ein mini-MPV við góðum sitiplássi til fimm persónar.

Fyrsti Peugeot 207 sum kemur í 2005 verður hatchbackútgávan við fimm hurðum og í 2006 kemur útgávan við trimum hurðum. Í 2006 koma so eisini 207 MPV og 207 Coupé Cabriolet.

Kelda: FDM / Motor