Magnus Gunnarsson
Peugeot 206 var ein lítil kollvelting, tá hann kom á marknaðin.
Bilurin hevði smart design, og góðar franskar koyrieginleikar. 206 bleiv sera væl móttikin, og hevur hann verið ein av mest seldu bilum í Evropa. Peugeot 206 verður gjørdur í fleiri útgávum við trimum og fimm hurðum, sum stationcar (206 SW) og sum 206 CC (coupé og cabriolet). Eisini er fleiri bensin og HDI dieselmotorar at velja í millum.
Fleiri av nýggju modellunum hava nú klárar forlyktir og lakkeraðar kúfangarar. Innan eru eisini fleiri broytingar við t.d. instrumentborðinum.
Peugeot 206 SW 2.0 HDi XS
Motorurin:2.0 litur 4 syl.
diesel við 90 hk
0-100 km/t:13,5 sek
Oljunýtsla:18,9 km/l
Dekkstødd:195/55-15
Stødd og vekt
Longd:
402,8 cm
Breidd:
165,2 cm
Hædd:
146,0 cm
Eginvekt:
1100 kg
Viðførisrúm:
313 litrar
Prísur:kr. 178.000
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v. OyggjarveginFO-110 TórshavTel.345400
www.bilarge.fo










