Foreldur hansara vóru Sanna, f. Dahl úr Vági og Jógvan Waagstein, lærarin úr Klaksvík, megnar tónaskaldið ? og organistur við Havnar Kirkju í eitt mannaminni.
Peter Waagstein tók læknaprógv í Keypmannahavn og virkaði síðan sum lækni undir krígnum og var á Maribo Sjúkrahúsi, tá hann í 1948 tók við starvi sum einsamallur lækni í Ilulisana, í tí víða læknadøminum norðuri í ísinum í Jakobshavn. Hann hevði bundið seg at vera har í eitt ár, men tey blivu 9. Har vóru tey øll árini eftirhondini vóru børnini fimm, tá hann tók við starvinum sum yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 1958. Í 1978 fluttu tey aftur til Danmarkar og búði á ellisárunum í Værløse. Konan Lisbeth doyði fyri nøkrum árum síðani, og nú leygardagin verður Peter Waagstein jarðaður frá Værløse kirkju.
Í 1959 gav Peter Waagstein út bókini »Ilulisana Nokarsok«, har hann sigur frá árunum í Grønlandi og viðurskiftunum sum einsamallur lækni og lýsir væl frá um vinfólk, hann vann sær har. Tað hendi eisini teimum, at lítli sonurin varð álopin av hundunum, men tað eydnaðist at bjarga honum undan óhugnaligu hendingini, sum av og á kann vera beiski veruleikin hjá teimum, sum búleikast har norðuri í ísinum. Og í 1989 kom bókin »Klaksvig kalder«, her sigur Peter Waagstein frá barnaárunum í Havn, lestrarárunum í Keypmannahavn og árunum í Klaksvík, um broytingartíðina, »hvor Færøerne forvandledes fra et forsømt og afsidesliggende samfund til en moderne fiskerination med et udviklet sundhedssystem«.
Hann skrivaði eisini av og á greinar í »Ugeskrift for læger«, og fyri nøkrum árum síðani stóð grein í tíðarritinum »Ciba Symposium« við heitinum »A Doctor in the Arctic Circle«.
Ellisárini búðu hjúnini Waagstein í Værløse. Petur vitjaði heim á klettarnar av og á og trúgvur var hann móti frændum sínum alla sína tíð ? og nú hann er farin er Mia Waagstein Johansen einasta, sum eftir er av systkinaflokkinum hjá gamla Waagstein.
jl